Episodes

Friday Apr 26, 2024
Túnatos 5 - Samvitska
Friday Apr 26, 2024
Friday Apr 26, 2024
Í hesum partinum av Túnatos tosa vit um samvitskuna. Hvussu ávirkar samvitskan okkum? Leiðir hon okkum á rætta ella skeiva leið? Vit tosa um hvar hon mann koma frá, hví vit hava ringa og góða samvitsku og hvussu man sleppur av við ringa samvitsku.
Vertur: Tabita á Torkilsheyggi
Í studio: Páll á Lakjuni Simonsen, Ró á Lakjuni Simonsen og Mattias Rajani Ziskasen.
Eisini send á Rás2 týskvøldið 23. apríl 2024 kl. 21:00. Endursent sunnudag kl. 12:30.
Friday Apr 26, 2024
Kelduvaðið 21. apríl 2024 - Rói Kalsø Danielsen - Gud og menniskja
Friday Apr 26, 2024
Friday Apr 26, 2024
Við Kelduvaðið sunnukvøldið 21. apríl 2024 kl. 21:00 á Rás2. Endursent verður hóskvøldið kl. 21:00.
Vertur: Kári Kjelnæs
Skrá:
Vit fara at hoyra góðar og uppbyggjandi sangir sum td.
Nr. 848 - "Á, at byrja við tær, tú mín Jesus tað er."
Dagsins orð
Tala: Rói Kalsø Danielsen - "Gud og menniskja."
Nr. 884 -"Hvussu long tíð er tað, síðan tú lást á knæ.

Wednesday Apr 17, 2024
Túnatos 4 - Bíblian
Wednesday Apr 17, 2024
Wednesday Apr 17, 2024
Í hesum partinum av túnatos tosa vit um bíbliuna. Visti tú av at Bíblian er mest selda bókin nakrantíð? Og um hana viðgera vit í hesum fjórða partinum av túnatosi. Hvat er hetta fyri ein bók? Er hon góð fyri okkum? Er hon sonn, og hann hon vera við til at broyta okkum?
Vertur: Matthias R. Ziskasen
Í Studio: Ró á Lakjuni Simonsen, Páll á Lakjuni Simonsen, Tabita á Torkilsheyggi
Eisini send á Rás2 týskvøldið 16. apríl 2024. Endursent verður sunnudagin kl. 12:30.
Saturday Apr 13, 2024
Kelduvaðið 14. apríl 2024 - Jens Fuglø - Komið higar til Mín
Saturday Apr 13, 2024
Saturday Apr 13, 2024
Kelduvaðið sunnukvøldið 14. apríl 2024 kl. 21:00 á Rás2. Endursent verður hóskvøldið kl. 21:00
Vertur: Kári Kjelnæs
Skrá:
Orðið fyri dagin - "Handan stongdar dyr." Gunnleyg Kallsberg lesur.
Tala: Jens Fuglø - "Komið higar til mín."
Sangir í sendingini eru:
Nr. 1036 - "Heldur akker títt, tá ið stendur á"- M.C. og Birgir Sigurðsson syngja.
Nr. 1040 - "Hoyrið nú boðskapin gamla um alstóra gleði." Sangbrøður syngja.
"Eitt æviskeið so stutt" Hanus M.Hansen úr Fuglafirði - Ruth og Rakul syngja.
Nr. 607 - "Stundum var loftið skýggjut og dapurt." Kvartettin í Betesda syngur.
Nr. 751 - "Hví manst tú so ofta spyrja." Kári av Reyni syngur.
Nr. 1212 - "Eg nú Jesusi gevi mítt hjárta."

Friday Apr 12, 2024
Túnatos 3 - Heilsa
Friday Apr 12, 2024
Friday Apr 12, 2024
Í hesum partinum av Túnatos tosa vit um heilsu. Granskarar siga at vit hava fimm sløg av heilsu: fysiska, mentala, andaliga, kensluliga og sosiala. Í hesum partinum fara vit at tosa mest um trýggjar tær fyrstu. Vit fara at tosa um spurningar sum: Hvat merkir tað at hava góða heilsu? Og hvat ávirkar heilsuna?
Vertur: Josiah Lukama
Í studio: Levi Hammer og Ró á Lakjuni Simonsen
Eisini send á Rás2 týskvøldið 2. apríl 2024 kl. 21:00. Endursent sunnudag kl. 12:30.
Monday Apr 08, 2024
Kelduvaðið 7. apríl 2024 - Poul Johan Djurhuus - Titus og evangeliið
Monday Apr 08, 2024
Monday Apr 08, 2024
Við Kelduvaðið sunnukvøldið 7. apríl 2024 kl. 21.00 á Rás2. Endursent verður hóskvøldið kl. 21:00.
Vertur: Kári Kjelnæs
Skrá:
Tala: Poul J. Djurhuus - "Titus og Evangeliið"
Nr. 1346 - "Mær leingist at síggja staðin sum ævigt grundaður er." Felagssangur.
Nr. 1183 - "Kom nú til Jesus sál." Betesdakórið syngur
Orðið fyri dagin: "Sálmur 63 eftir Dávid"
Nr. 62 - "Gud tú ert Gud mín, eg árla teg søki." Felagssangur.
Nr. 1456 - "Dagur er liðin, komin aftankvirra."
Nr. 796 - "Gev mær tann frið, ið stilt sum flóðin stígur."
Nr. 1171 - "Harrin nú kallar, kallar, kallar."

Tuesday Apr 02, 2024
Túnatos 2 - Raðfestingar
Tuesday Apr 02, 2024
Tuesday Apr 02, 2024
Í hesum partinum av Túnatos tosa vit um raðfestingar.
Vertur: Ró á Lakjuni Simonsen
Í studio: Mattias Rajani Ziskasen og Josiah Lukama
Eisini send á Rás2 týskvøldið 2. apríl 2024 kl. 21:00. Endursent sunnudag kl. 12:30.
Sunday Mar 31, 2024
Sunday Mar 31, 2024
Wednesday Mar 27, 2024
Kelduvaðið 24. mars 2024 - Hví halda vit páskir - P. W. Háberg - Hetta er hitt æviga lív
Wednesday Mar 27, 2024
Wednesday Mar 27, 2024
Kelduvaðið pálmasunnudag 24. mars 2024 kl. 21:00 á Rás2. Endursent verður hóskvøldið, skírðishóskvøld kl. 21:00.
Vertur: Heidi Kjelnæs
Skrá:
"Hví halda vit páskir" - Gunnleyg Kallsberg lesur.
Tala: Petur W. Háberg - "Hetta er hitt æviga lív"
Nr. 461 - "Hví var Hann negldur til Golgata træ? Dupultkvartettin
Nr. 152 - "Kvølfulla stund á Golgata hin morgun."
Nr. 304 - "Prísið lovið Jesusi, loysnara várum."
Nr. 374 - "Verdur, verdur, verdur prís og allan heiður."
Nr. 140 - "Á, signaði, lívsæli dagur, hann livir, hann livir enn nú!".
Nr. 19 - "Tilbiðið vár Kong í Himlinum hátt."
Passius sálmar eftir Hallgrím Petursson sum Ingálvur av Reyni sáli sang:
1. "Tríggjar ápostlar Kristur bað."
2. "Sum Jesus hetta næla var."
3. "Nú Frelsarin í garðin fer."

Monday Mar 18, 2024
Túnatos 1 - Vinir
Monday Mar 18, 2024
Monday Mar 18, 2024
Í hesum partinum av Túnatos tosa vit um vinir. Hvat er ein góður vinur og hvussu nógv hevur tað at siga fyri meg? Hvat er tann perfekti vinurin? Eri eg ein góður vinur? Eisini verður tosa um viðkomandi evnir sum ávirkan, einsemi, byrðar, maska, fyrigeving og nógv annað gott.
Vertur: Levi Hammer
Í studio: Josiah Lukama og Tabita á Torkilsheyggi
Eisini send á Rás2 týskvøldið 19. mars 2024 kl. 21:00. Endursent sunnudag kl. 12:30.
